Edinburgh - EDI


Visti tú, at flogtíðin bert er ein góðan tíma? Býarskáar til Edinburgh ganga sum heitt breyð, og tað er ikki uttan orsøk, tí har er nógv at taka sær til bæði, tá ið tað kemur til innkeyp, mentan, siðsøgu, matmentan við meira.

Vitja kenda Edinburgh Castle ella far ein ræðutúr í Edinburgh Dungeon. Spáka tær eftir stóru innkeypsgøtuni Princess Street ella síggj býin frá ovaru hædd á einum Hop on/Hop off bussi. Edinburgh er í øllum førum eitt gott val til tína næstu ferð!

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Edinburgh?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!


Fakta um Edinburgh - EDI

Íbúgvatal 465.000
Tíðargeiri GMT
Mál Enskt
Gjaldoyra GBP