Paris - CDG

NÝTT FERÐAMÁL: Beinleiðis til býanna bý, París, í 2019

Bienvenue a Paris! Nýggjasta ferðamálið hjá Atlantic Airways, ið flogið verður upp til tríggjar ferðir um vikuna frá 1. juli - jóla 2019.
Flogið verður hesar dagar:

Juli - september:  Mána-, miku- og fríggjadag

Oktober - desember:  Mána- og fríggjadag

Mótahøvuðsstaður. Gastronomisk háborg. Kærleikans býur. Mentanar-metropolur. Býanna býur. Heitini á franska høvuðsstaðnum, París, eru so mong. Og ikki uttan orsøk. Tí franski høvuðsstaðurin svevur ongantíð og hevur óteljandi tilboð bæði til stór og smá.

Møguleikarnir í París eru óendaligir. Spáka ein túr eftir Champs-Élysées, vitja stórslignu Versailles borgina, et á eini av teimum meira enn 1000 Michelin matstovunum, ein túr í Disneyland við børnunum, vitja litríka grannalagið á Montmatre, ein túr inn í Louvré savnið at síggja loyndarfulla smílið á Monu Lisu og ikki at gloyma eyðkenda býarmerkið, Eiffeltornið. Býarinnar býur er avgjørt verdur at vitja - minst eina ferð!

Fakta um Paris - CDG

Íbúgvatal 2.200.000
Tíðargeiri GMT +1
Mál Franskt
Gjaldoyra EUR